Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/05/2024 | Press release | Distributed by Public on 08/05/2024 07:14

Broytingaruppskot um talgilda tinglýsing til hoyringar

Síðani 2022 hevur miðvíst verið arbeitt við at talgilda tinglýsingina, og arbeiðið er nú komi so langt, at broytingaruppskot til tinglýsingarlógina um talgilda tinglýsing er sent til hoyringar.

Í fyrstu atløgu er ætlanin, at skjøl skulu kunna latast inn talgilt til akfarsbókina 1. januar 2025 og seinni eisini til tingbókina og persónbókina.

Hoyringarfreistin er sett til 2. septembur 2024 og kann lesast niðanfyri.

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Talgild tinglýsing) - Umhvørvismálaráðið (umhvorvi.fo)