Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/31/2024 | Press release | Distributed by Public on 08/31/2024 13:09

Rundvísing í nýggja húsarhaldsskúlanum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á rundvísing í nýggja húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, tók ímóti og vísti runt.
Tað gongur væl við byggingini, sum er við at taka skap í øllum smálutum. Eftir nýggjastu tíðarætlanini verður byggingin liðug til várs. Umstøðurnar verða framúr góðar í nýggja húsarhaldsskúlanum, sum fer at taka nærum dupult so nógvar næmingar, sum tann gamli. Tað kunnu vera 35 vistarhaldsnæmingar í nýggja skúlanum til tey longu skeiðini, umframt enn fleiri til tey styttri. Húsarhaldsskúlin er sjálvsognarstovnur og skal sjálvur finna helvtina av fíggingini til innbúgvið í nýggja skúlanum, meðan landskassin rindar helvtina. Skúlin er í ferð við at søkja um stuðul frá nógvum privatum fyritøkum og grunnum. Tað gongur framá við tí, men enn er nakað eftir á mál.