Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

07/18/2024 | Press release | Distributed by Public on 07/18/2024 10:10

Fámjinstunnilin skotin ígjøgnum 18. juli 2024

Røðan, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, helt í sambandi við seinasta skotið í Fámjinstunlinum.

Góðu áhoyrarar - góðu fámjiningar og øll tykur, sum hava tilknýti og alsk til hesa vøkru bygd, hesa perluna vestantil á Suðuroynni.

Eg haldi eg tosi fyri nógv, tá eg sigi: Endiliga verður seinasta skotið latið av í Fámjinstunlinum, sum uttan samanbering hevur verið tann mest avbjóðandi tunnilin, sum hevur verið boraður í Føroyum higartil.

Tá Fámjinstunnilin varð fyrireikaður, og gongd sett á tunnilin, var eisini greitt, at talan fór at verða um eina avbjóðandi uppgávu, tí jarðfrøðiligu viðurskiftini her, sum tunnilin er boraður, eru sera avbjóðandi.

Hesi viðurskifti vístu Landsverk og Jarðfeingi eisini á. Og í viðgerðini í Løgtinginum er eisini noterað, at ein partur av tunlinum skal borast gjøgnum leyst tilfar, men tað bar ikki til at meta um, hvussu stórur partur talan var um.

Fámjinstunnilin er umleið 1.200 metrar langur, og fyrsta skotið varð skotið 16. november í 2022 - tá við einari tíðarætlan um koyrandi skuldi verið eina ferð á sumri í 2024.

Henda tíðarætlan er tó ávirkað av fleiri stórum lopum undan loftinum inni í tunlinum og av verkfalli tíðliga í summar - og hevur hetta eisini seinkað Fámjinstunlinum.

Men nú eru okur savnaði her, tí seinasta skotið skal skjótast - og bókstavliga sæst nú hvørja løtu eitt ljós fyri endan av tunlinum.

***

Við hesum nærkast eisini dagurin, har okur øll fáa eina góða og væl tryggari farleið til Fámjins.

Gamli vegurin um Ørðaskarð - sum varð gjørdur fyri útvið 90 árum síðani, í 275 m. hædd, á einum av vindharðastu plássunum í landinum - hevur í nógv ár ikki verið tíðarhóskandi í okkara modernaða samfelagið, har gott samband millum bygdir, býir, oyggjar og eisini lond er ein heilt avgerandi partur av trivnaðinum í gerandisdegnum.

Hjá okkum flestu hevur tað týdning, at okur lætt, skjótt og trygt kunnu ferðast til arbeiðis, í skúla, til tilboð innan ítrótt og mentan, til almenn tænastutilboð og ikki minst, tá okur skulu vitja familju og vinfólk.

Av somu orsøk er eitt gott og trygt vegasamband eisini vorðið ein avgerandi partur av møguleikunum hjá økjum kring landið at mennast. Er sambandið avmarkað, so sæst hetta aftur í gongdini í fólkatalinum - og ta skeivu gongdina hava okur sæð her í Fámjin, eins og okur tíverri hava sæð tað í Suðuroynni sum heild.

Har fer Suðuroyartunnilin at verða ein týðandi liður í at skapa nýggjar møguleikar fyri framburði og menning, eins og Fámjinstunnilin verður tað fyri Fámjin. Hin uppgávan - tað at gagnnýta møguleikarnar sum ein nýggjur tunnil gevur - hon liggur hjá tykkum í Fámjin, eins og hon liggur hjá Suðuroynni og suðuroyingum, tá koyrandi verður gjøgnum Suðuroyartunnilin vónandi um eini 9-10 ár.

***

Menningin av føroyska infrakervinum hevur av sonnum verið øgilig seinastu ártíggjuni - serliga við tunlum og undirsjóvartunlum. Hetta hevur broytt møguleikarnar hjá fólki, sum búleikast kring landið - og fer framhaldandi at skapa betri møguleikar at liva, virka og arbeiða kring alt landið.

Rudolf Tausen, sáli úr Vági, abbi ein vinmann hjá mær, plagdi at siga við okkum - tá báði eg og vinmaðurin høvdu funnu okkum konu av Tvøroyri - at okur høvdu tað so ólukksáliga lætt. -Vildu okur hava eitt klemm ella ein koss, so var at seta seg í bilin og koyra í einar 20 minuttir, so vóru okur har. -Tá hann fann saman við konuni, Brynhild úr Fámjin, so mátti hann eftir bygdargøtuni úr Vági, umvegis Reyða Bakka fyri at vera saman við unnustini her í Fámjin - hetta bæði summardagar sum nú og á vetrardegi.

Vegurin um Øðraskarð, sum varð gjørdur í árunum 1936 til 1940 var tá eitt stórt framstig. Men nú Fámjinstunnilin um eina løtu verður skotin ígjøgnum, so er eitt týðandi fet til eina góða og trygga farleið til Fámjins tikið.

***

Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri fámjiningar, ein stórur dagur fyri Suðuroynna og fyri allar Føroyar - og hóast tunnilin ikki nú letur upp fyri ferðslu, so fari eg at ynskja øllum hjartaliga tillukku við hesum fyrsta týðandi stignum til eina dagførda farleið til Fámjins.

Gongst sum ætlað, so verður tað helst koyrandi gjøgnum nýggja Fámjinstunnilin eina ferð rundan um ársskiftið - og er lítið at ivist í, at hetta fer at hava stóra ávirkan á gerandisdagin og framtíðina í Fámjin.

Takk til Landsverk, Jarðfeingi, J & K Petersen, Metrostav og Landsbyggifelagið, sum hava skipað verkætlanina og staðið fyri arbeiðinum - og bestu eydnu í framhaldandi arbeiðinum, nú Fámjinstunnilin og atknýtt vegagerð komandi mánaðirnar verða gjørd heilt liðug.

Takk fyri.