10/01/2024 | Press release | Distributed by Public on 10/01/2024 01:01
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 sæst, at landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ætlar at. ein heil millión verður sett av til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung. Tað verður Mentanargrunnur Landsins, ið fer at umsita játtanina. Játtanin verður markað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari, ið er ætlað børnum og ungum, eitt nú nótatilfar og annað mentanarligt tilfar, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi. Raðfestingin vísir í verki viljan hjá samgonguni at fremja føroyska mentan og mál millum yngstu ættarliðini.
"Tað er týdningarmikið, at okkara børn og ung hava atgongd til dygdargott føroyskt tilfar", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.