Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/19/2024 | Press release | Distributed by Public on 08/19/2024 04:08

Viking Voyage á ferð

Leygardagin varð skipað fyri almennum tiltaki í Salt á Tvøroyri, í sambandi við at Naddoddur er farin at sigla søguliga túrin við seglum til Norges. Á tiltakinum bar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna fram røðu og segði millum annað:

... nú verður riggað til enn eina ferð um hav. Viking Voyage er við at verða veruleiki. Seks fólk ymsastaðni úr heimunum fara nú rannsóknarferð og skulu sigla leiðina higani við Naddoddi til Noregs. Siglast skal við seglum á søguligu og vísindaligu ferðini. Tað verður fantastiska spennandi at fylgja tykkum á leiðini og frætta, hvat kemur burturúr, og hvat tit fara at uppliva á ferðini.

Góðu tit seks, sum nú fara avstað. Vit síggja upp til tykkum og senda tykkum allar góðar kvøður við á leiðini.

Vit kenna best teg, Livar. Tú hevur mangan brattan farið og róð um heimshøv. Hjá okkum ert tú ein hetja, og vit eru so errin og stolt av tær. Nú fert nú avstað við fimm øðrum heimshetjum. Tit fara avstað í tað ókenda. Tað krevur dirvi og framfýsni. Og tað hava tit.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna í heilum líki:

Góðan dagin øll somul og hjartans tøkk fyri høvið at bera fram eina kvøðu, nú tit leggja til bráts yvir hav við Naddoddi.

Bundin er bátleysur maður!

Tað sigur gamla orðatakið, og tað er so víst, sum tað er sagt.

Báturin hevur allar dagar verið tekin um frælsi, at flyta seg og at fara nýggjar leiðir. Báturin er amboðið til at flyta okkum fram á leið bæði so og so. Tað veri seg reint likamliga - at flyta okkum millum støð - ella persónliga í okkara egna lívsfari.

Fá fólk í heiminum mugu hava verið - og eru - so tætt knýtt at bátinum, sum vit í Føroyum. Hjá nøkrum okkara hevur báturin verið atgongdin til hvønn annan, til umheimin, til fong, til ríkidømi, sambond, menning og alt tað, sum krevst fyri, at vit kunnu fáa eitt gott lív.

Báturin eigur lívið í okkum, kunnu vit siga.

Ofta siga vit, at Føroyar eru eitt lítið land, men telja vit okkara sjóøkið við, eru vit eitt stórt øki. Vit kunnu siga smáar oyggar í stórum havi. Her, undir opnum himmalhválvi, sum tykist okkum markleyst mitt úti í havinum, húsast vit sløk 55.000 havsins børn. Lítil í tí stóra høpinum, men við ríkari søgu, mentan og víðskygdum og virkisfýsnum fólki, sum útinna alskyns kappabrøgd.

Menniskjan hevur allar dagar verið drigin at havinum og nýggjum siglingarleiðum. Vit kenna tað frá søguni um, hvussu man gjøgnum rannsóknarferðir fann nýggj lond, fólk, virðismiklar vørur og tilfeingi.

Eg hoyrdi einaferð ein siga nakað soleiðis, at skal man fáa barnið at blíva sjómann/kvinnu ella nakað, sum er knýtt at sjónum, so er ikki nokk at læra tey um fiskasløg, at fiska og at smíða skip, men neyðugt er at vekja alskin til havið - at fáa tey at leingjast eftir havinum og at vekja dreymar um havið.

Kanska tað er tað, sum er kveikt hjá eldhugaða rannsóknarleiðaranum á hesi ferðini, sum annars er serfrøðingur í vitlíki. Og hjá manningini og okkara egna, Livar Nysted. Hvør veit? Samanrenningin av dreymum um havið og kappabrøgdum - hana prógva tit so ríkiliga!

Tað er sera gott, at tit eisini fara at hava eitt tiltak fyri skúlabørnunum. Tað kann uttan iva kveikja dreymar hjá børnunum.

Og nú verður riggað til enn eina ferð um hav. Viking Voyage er við at verða veruleiki. Seks fólk ymsastaðni úr heimunum fara nú rannsóknarferð og skulu sigla leiðina higani við Naddoddi til Noregs. Siglast skal við seglum á søguligu og vísindaligu ferðini. Tað verður fantastiska spennandi at fylgja tykkum á leiðini og frætta, hvat kemur burturúr, og hvat tit fara at uppliva á ferðini.

Vit kunnu annaðhvørt siga, at lívið er fult av tilvild, ella at tað er ein meining við øllum. Tí ætlanin um hesa ferðina er íkomin, tí at rannsóknarleiðarin, Andy Fitze, á einum av ferðum sínum legði leiðina inn á Tvøroyri, og her kom samband við fólk og siglarar á staðnum. Umvegis royndar sjómenn gjørdi hann av at sigla við seksæringinum, Nadoddi, við seglum til Noregs.

Sigast kann, at um einki bátafelag var her, og ongi fólk, sum tóku væl ímóti Andy Fitze, ja so bleiv hesin túrur ikki til veruleika. Hetta er enn eitt dømi um týdningin av lokalum frítíðarfelagskapum og relatiónum, sum røkkur langt út um tað, ið vit ofta rokna við, ella sum vit kunnu ímynda okkum.

Felagskapirnir eru gullverdir. Teir eru sum urtagarðar, har ymiskt verður sátt, og sum so ella so - á røttum stað og til rætta tíð - koma undan, tess betri teir verða røktir. Nú síggja vit fruktirnar.

Søguna um Naddodd kenna tey flestu. Hann var mætur víkingur, sum búði í Føroyum, men var ættaður av Øgdum í Noregi. Søgan sigur, at einaferð, tá ið hann gjørdi handilsørindi í Noregi, kom illveður á. Hann rak av leið og endaði við at raka land í Eystfirði í kavaveðri. Nógvi kavin gjørdi, at hann nevndi staðið, har hann kom til, Snæland, sum seinni fekk navnið, Ísland. Søgan sigur, at Naddoddur er fyrsti maður, sum kom til Íslands.

Tað er teinurin millum Føroyar og Agden/Noregi, sum nú aftur skal siglast. Søguliga slóðin hjá Naddoddi skal endurskapast, og ætlanin er einans at sigla við seglum. Tað fer at verða eitt stórt bragd, sum vit í spenningi fara at fylgja.

Eitt er at finna upp land nú á døgum - og tað rokna vit við, at tit gera. Men ofta hugsi eg um, hvussu gomlu víkingarnar funnu land og komu fram. Teir mugu hava goymt í sær ómetaligan vísdóm og læru um eitt nú stjørnur, mánað, hav, rák, ættir og siglingarleiðir. Tí vit eru langt áðrenn nakra tøkni. Vit eru í víkingatíðini, sum er frá áleið ár 700 til ár 1000. Søgan sigur, at Naddoddur fann Ísland áleið ár 860. Ikki so mong ár aftaná, at Grímur Kamban setti fótin á land í Føroyum.

Víkingatíðin er serstøk og hevur stóran søguligan týdning fyri okkum. Tað eru eisini nógv tekin í sól og mánað um, at nútíðarmenniskja er hugtikið av søguni um víkingatíðina. Vit síggja tað í hesi siglingarferðini við Naddoddi, og vit síggja tað í víkingafelagsskapum, í tónleiki, handverki og øðrum. Víkingatíðin er, umframt søguliga jørðhildið, týðandi partur av ferðavinnu og upplivingum í nógvum londum. Vit í Føroyum hava framúr møguleikar at gera tað sama. Felagið Vìkingaskipið í Hovi hevur stórar ætlanir hesum viðvíkjandi, sum vit vóna koma á mál.

Víkingatíðin, føroyski báturin, segl og handverk knýtt at hesum eru stórur partur av okkara mentanararvi. Tað hevur ómissandi virði, at siðbundnu handverkini verða varðveitt og ment. At søgan ikki doyr og hvørvur fyri komandi ættarliði. Har hava tit her á staðnum gjørt eitt megnararbeiði, tá ið Johan Olsen, bátabyggjari, smíðaði Naddodd í 1997 - undangongufólk í allar mátar.

Føroyski báturin er siða- og mentanararvur, sum eisini er áhugaverdur í heimshøpi. Í UNESCO høpi er føroyski báturin við. Og Unesco hevur útnevnt árini 2021-2030 til Havsins áratíggju. Nógv átøk fara at vera hesi árini, sum eru knýtt at havinum. Havið - og vatnið - sum er grundarlagið undir øllum.

Áhugin fyri bátinum er enn stórur í Føroyum. Taka vit bara Suðuroynna, so hava vit eitt ríkt kappróðarlív, har vit vinna eina rúgvu: Naddodd og sigling í jollum fyri børnunum, Johannu, gomlu grindabátarnar, Thorshavn, kajakrógving og mangt annað. Týdningurin hevur bara flutt seg frá at vera lívsneyðugt tilverugrundarlag til nú eisini at verða partur av mentan og upplivingum, sum skapa trivnað.

So havið søkja vit enn, og havið droyma vit enn um. Havið savnar okkum sum tjóð. Tað er tað, ið vit eru ballaði inn í. Og havið skilir okkum. Bæði so og so. At havdýpið ikki er bygt á bjálkum, hava vit so mangan sannað. Neyvan er nøkur familja í Føroyum, sum ikki hevur kent sviðan og rámandi sorgina av tí. Tað er eisini partur av okkara søgu og lagnufelagsskapi.

Góðu tit seks, sum nú fara avstað. Vit síggja upp til tykkum og senda tykkum allar góðar kvøður við á leiðini. Vit kenna best teg, Livar. Tú hevur mangan brattan farið og róð um heimshøv. Hjá okkum ert tú ein hetja, og vit eru so errin og stolt av tær. Nú fert nú avstað við fimm øðrum heimshetjum. Tit fara avstað í tað ókenda. Tað krevur dirvi og framfýsni. Og tað hava tit.

Tit fara avstað í sama báti. Tað fær meg at hugsa um, at menniskjans grundkor í veruleikanum eru eins, hóast lívsumstøðurnar eru ymiskar. Vit eru øll í sama báti. Tó so, so ivist eg ikki í, at fyri tykkum seks hevur túrurin eisini heilt persónligan týdning. Havdýpið - eins og persónligheitin - goymir mangar duldar loynidómar og gátur. Sum í havdýpinum kann har vera grunt og kyrt inni við land, men, tá ið botnurin ikki hómast, kann ódnin vera nær. Tí er túrurin eisini ein ferð fyri tykkum í tykkara egna lívsfari. Einsamøll og saman - alt í einum. Og saman fara tit at megna at byggja borð fyri báru.

Eftir er bert at ynskja tykkum gott veður og blíðan byr, og at biðja Jesus pápan fylgja tykkum á leiðini og føra tykkum trygt fram.

Góðan túr