Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/28/2024 | Press release | Archived content

Miðlastuðul 2024

Tvey stuðulsumfør verða í 2024.

Freistin at søkja um miðlastuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur (lønarútreiðslustuðul) er fríggjadagin 30. august 2024 kl. 12.00.

Freistin at søkja um miðlastuðul til ítøkiligar verkætlanir (verkætlanarstuðul) er fríggjadagin 27. september 2024 kl. 12.00.

2,9 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul 2024.
30% av játtanini verða latin grundað á lønarútreiðslur hjá viðkomandi miðlum í fjør.
70% av játtanini verða latin verkætlanum, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Hvør kann søkja?
Allir sjálvstøðugir miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum millum annað hava eitt breitt redaktionelt tilfar, ið vendir sær til ein breiðan skara av brúkarum við aktuellum tíðindatilfari, kunnu søkja.

Hvat kann søkjast um?

Lønarstuðul
Søkjast kann um stuðul til lønarútreiðslur. Stuðulin verður gjørdur upp við støði í góðkenda roknskapinum hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki undanfarna roknskaparár og verður latin sum lutfalsliga upphædd í prosentum til teir miðlar, ið lúka treytirnar fyri miðlastuðli annars.

Tá umsóknir um stuðul verða viðgjørdar, verða journalistisk eyðkenni at gjalda sum metingarstøði. Mett verður um journalistiska dygd og samfelagsligt virði við støði í upplýsingum, ið umsøkjari hevur latið Miðlastuðulsnevndini.

Verkætlanarstuðul
Nevndin gjørdi í 2023 av, at tað bert skuldi vera gjørligt at søkja um verkætlanarstuðul eina ferð í mun til undanfarna ár, tá tvey umfør vóru til verkætlanarstuðul. Orsøkin til broytingina var, at mett varð, at stuðulin við hesum verður latin fil ein breiðari skara av verkætlanum og miðlum. Sama mannagongd verður fylgd í ár, tó at eitt nýtt umfar kann koma fyri, um allur stuðulin ikki kann játtast í fyrsta umfari.
Stuðulin verður latin soleiðis, at helmingurin av stuðlinum til eina verkætlan veður útgoldin, tá ið stuðulin verður játtaður. Hin helmingurin kann verða útgoldin, tá ið miðilin boðar nevndini frá, at verkætlanin er endað. Útgoldin stuðul kann vera kravdur aftur, um umsøkjari ikki lýkur treytirnar fyri stuðli, haruppí um stuðul ikki verður nýttur til endamálið.
Í sambandi við at ein verkætlan endar, skal miðilin lata nevndini frágreiðing og roknskap fyri verkætlanina, umframt at nevndin skal hava verkætlanartilfarið til gjøgnumgongdar.
Nevndin mælir staðiliga til, at miðilin setir seg væl inn í, hvussu hetta kann gerast. Nevndin kann ikki taka støðu til seinna útgjald, fyrr enn viðkomandi tilfar er sent nevndini. Víst verður til vegleiðingina í umsóknarblaðnum, har mannagongdin er lýst nærri.

Umsóknir og umsóknarblað
Fyri at søkja um miðlastuðul skal umsóknarblað útfyllast og sendast til [email protected]. Er talan um fleiri verkætlanir frá sama umsøkjara, skal eitt umsóknarblað útfyllast fyri hvørja verkætlan.
Nevndin mælir til, at umsóknir verða senda umvegis teldupost. Umsøkjarar, sum vilja senda umsókn við vanligum posti, skulu stílað brævið til Miðlastuðulsnevndina og senda hana til Almanna- og mentamálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn.
Umsóknir um miðlastuðul skulu vera Miðlastuðulsnevndini í hendi áðrenn ásettu freistirnar. Umsóknir, sum eru nevndini í hendi eftir freistirnar, kunnu ikki væntast at verða viðgjørdar. Hetta er galdandi fyri øll stuðulsumfør.

Hvat skal leggjast við?
Miðlar, ið vilja søkja um miðlastuðul, skulu útfylla og senda viðkomandi umsóknarblað. Miðlar, ið ynskja at søkja um rakstrarstuðul, skulu leggja góðkendan roknskap fyri 2023 við.
Tað er av stórum týdningi, at miðlar lesa vegleiðingina til umsóknarbløðini væl, áðrenn umsóknin verður send.

Umsóknarbløð og vegleiðingar kunnu finnast her.