Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

15/08/2024 | Press release | Distributed by Public on 15/08/2024 21:18

Trygdarpolitiskt samskifti millum Føroyar og USA verður raðfest

Vegna veður, fekk amerikanski herflotamálaráðharrin, Carlos Del Toro ikki lent í Vágum í gjár, og tí varð ætlaða vitjanin í Føroyum avlýst á hesum sinni. Í dag hevur tí talgildur fundur verið ímillum amerikanska herflotaráðharran og Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir eitt nú hvussu trygdarpolitiskt og búskaparligt haldføri verður tryggja í norðurhøvum. Báðir partar eru samdir um, at Føroyar eiga ein týdningarmiklan leiklut, og eigur beinleiðis samskifti ímillum føroyskar og amerikanskar myndugleikar at verða raðfest.

Carlos Del Toro takkaði fyri gott samstarv og dygdargóðar tænastuveitingar, m.a. í samband við kavbátavitjanir seinastu árini.

Herflotamálaráðharrin var væl kunnaður um føroysk viðurskifti og viðurkendi, at á fiskiveiðuøkinum hava Føroyar serlig áhugamál at røkja. Tí takkaði hann fyri tiltøkini, ið Føroyar hava sett í verk ímóti Russlandi. Eisini takkaði hann fyri tann stuðul Føroyar hava veitt Ukraina.

Ráðharrarnir umrøddu eisini onnur viðurskifti, eitt nú nýggju føroysku sendistovuna í Washington og møguligt samstarv millum Føroyar og USA um netrygd.

Carlos Del Toro harmaðist um, at vitjanin ikki eydnaðist hesaferð, men vónaði at finna nýtt høvi at vitja Føroyar.