Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/02/2024 | Press release | Distributed by Public on 10/02/2024 08:07

Nýggj skipan fyri ferðandi til Bretlands - Electronic Travel Authorisation (ETA)

Nýggja Electronic Travel Authorisation (ETA) skipanin hjá bretsku stjórnini fyri ferðandi til Bretlands kemur í gildi fyri evropeiskar borgarar, eisini føroyingar, 2. apríl komandi ár. Skipanin hevur við sær, at øll ferðafólk skulu søkja um og gjalda fyri talgilt innferðarloyvi (umvegis gov.uk ella ETA app), áðrenn tey ferðast til Bretlands. Hetta er eisini galdandi fyri ferðandi, sum einans skulu millumlenda í Bretlandi (transit). Hvørt einstakt ferðafólk skal søkja um egna ETA góðkenning, ið fer at kosta £10, sum svarar til umleið 90 DKK. ETA góðkenningin verður tengd talgilt at passinum og er galdandi í 2 ár, ella til passið gongur út. Hetta merkir, at innferðarloyvi er galdandi fyri allar styttri ferðir (upp í 6 mánaðir) til Bretlands yvir eitt 2 ára tíðarskeið, og tískil krevst ikki innferðarloyvi til hvørja einstøku ferð.

Skipanin, ið longu er galdandi fyri nøkur lond í Miðeystri, kemur í gildi fyri borgarar úr londum uttan fyri Evropa 8. januar 2025 (ferðandi kunnu søkja frá 27. november 2024), meðan hon kemur í gildi fyri evropeiskar borgarar, eisini føroyingar, 2. apríl 2025. Ferðandi kunnu søkja um at fáa ETA góðkenning frá 5. mars 2025. Sí yvirlit yvir lond og tjóðskapir, har ETA góðkenningin er kravd, her.

Ferðandi, ið hava diplomatpass ella sum skulu hava visum til Bretlands, eru undantikin kravinum um ETA góðkenning. Sí meira um undantøk her.

Mælt verður til, at ferðandi úr Føroyum til Bretlands kunna seg nærri um nýggju ETA skipanina við at lesa almennu vegleiðingarnar hjá bretsku stjórnini her: https://www.gov.uk/guidance/apply-for-an-electronic-travel-authorisation-eta