Results

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

11/09/2024 | Press release | Distributed by Public on 11/09/2024 08:40

Vágs kommuna fer í samstarv við Barnaverkætlanina at víðarimenna barna- og ungdómsøkið

Vágs Kommuna og Barnaverkætlanin eru samd um at fara í eitt samstarv, sum hevur til endamáls at víðarimenna barna- og ungdómsøkið í Vágs Kommunu.

Endamálið við Barnaverkætlanini liggur tætt at hugsanarháttinum hjá okum, og hvagar okur ynskja at arbeiða fram ímóti í Vágs Kommunu. Okur eru sera fegin um at fáa møguleikan at samstarva við Barnaverkætlanina um hetta so týðandi endamál, og síggja fyri okum at hetta fer at hava stóran týdning fyri mennandi og fyribyrgjandi arbeiði innan barna- og ungdómsarbeiði í kommununi, sigur borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen.

Ráðleggingin av samstarvinum er byrjað, og arbeitt verður við at leggja til rættis hvussu samstarvið best kann eydnast og fara fram. Umboð fyri Barnaverkætlanina hava m.a. vitja í Vági at greiða frá verkætlanini, og vitja ymsar stovnar.

Barnaverkætlanin hevur í stóran mun brúkt tann íslendska menningarmyndilin sum fyrimynd, og hevur tætt samstarv við Ísland um teirra menningartilgongd og royndir tey hava gjørt sær. Hetta eru royndir, ið vit í Føroyum við fyrimuni kunnu læra av áðrenn vit byrja at royndaríverkseta ymsu tiltøkini innan barna- og ungdómsøkið. Tí verður farið til Íslands á eina vitanarferð seinast í november at vitja ymsar kommunur, stovnar og ráð, soleiðis at royndir teirra kunnu takast við í ráðleggingina av teimum tiltøkum, sum hava til endamáls at víðarimenna og styrkja fyribyrgjandi arbeiði innan barna- og ungdómsøkið í Vágs Kommunu.

Lesast kann meira um Barnaverkætlanina á her.