Results

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/08/2024 | Press release | Distributed by Public on 05/08/2024 15:03

Broytingaruppskot um talgilda tinglýsing sent í hoyring

Síðani 2022 hevur miðvíst verið arbeitt við at talgilda tinglýsingina, og arbeiðið er nú komi so langt, at broytingaruppskot til tinglýsingarlógina um talgilda tinglýsing er sent í hoyring.

Í fyrstu atløgu er ætlanin, at skjøl skulu kunna latast inn talgilt til akfarsbókina 1. januar 2025 og seinni eisini til tingbókina og persónbókina.

Broytingaruppskotið er í hoyring til 2. septembur 2024 og kann lesast

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Talgild tinglýsing) - Umhvørvismálaráðið (umhvorvi.fo)