Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

01/08/2024 | Press release | Distributed by Public on 01/08/2024 16:57

Stjóraskifti í Uttanríkistænastuni

Jóannes V. Hansen er settur í starv sum deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna. Starvið varð lýst leyst fyrr í summar, og vóru fýra umsóknir til starvið.

Jóannes V. Hansen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving innan altjóða politikk og diplomati úr Bretlandi. Jóannes V. Hansen hevur verið í starvi í Uttanríkistænastuni síðani 2008. Seinastu fimm árini hevur hann verið sendimaður í Keypmannahavn, og frá 2011 til 2015 var hann sendimaður í London.

Jóannes V. Hansen avloysir Gunnar Holm-Jacobsen, ið tann 1. september tekur við sum sendimaður í Keypmannahavn.