Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/04/2024 | Press release | Distributed by Public on 09/04/2024 16:35

Sirið hitti nýggja stjóran fyri Listasavni Føroya

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hitti nýggja stjóran fyri Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen. Solveig greiddi landsstýriskvinnuni frá um virksemið á Listasavninum; teimum mongu vitjandi og tær spennandi verkætlanir, sum liggja fyri framman.

Landsstýriskvinnan fekk eisini høvi at síggja ta nýggju framsýningina, Træðrir, ið letur upp fríggjadagin 6. sept. 2024 og er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir.

Somuleiðis bleiv tosað um verkætlanina at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavnið, sum væntandi fer at merkja virksemið á stovninum tey komandi trý árini.

Listasavn Føroya stendur framman fyri einari spennandi framtíð. Listasavnið er ein dýrgripur fyri okkara land og okkara fólkasál. At koma inn í Listasavnið og uppliva avrikini hjá okkara dugnaligu listafólkum gevur mær gleði og sálarró. Listin knýtir okkum saman. Hon bjóðar okkum av og fær okkum at reflektera, segði landsstýriskvinnan.